

Um okkum
Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910.
Í 1957 verður Mentunargrunnur Studentafelagsins settur á stovn undir felagnum við tí høvuðsatliti at taka sær av bókaútgávu. Nøkur ár seinni verður hesin forlagsparturin fluttur heim til Føroya, har hann enn hevur innivist. Einahelst í 1960-árunum fara útgávurnar at fjølgast og forlagið gerst ein av teimum dyggastu útgevarunum av føroyskum upprunatilfari. Soleiðis er eisini í dag, har tað mesta av føroyskum føgrum bókmentum kemur út á Mentunargrunni Studentafelagsins.