Forlagssøga

Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Sambært M.A. Jacobsen í 25 ára minnisritinum hjá felagnum gav J.H.O. Djurhuus felagnum gávubræv:

„Hann læt felagið eiga rættin til at geva út skaldskap sín, og vildi so væl til, at Poul Niclasen, sum tá (1914) var í Aarhus sum prentari, beyð sær til at prenta bókina við lagaligum gjaldingartreytum. Vit fingu so í lag, at bókin kom út í tí søguliga árinum 1914, og føroyska studentafelagið stóð sum útgevari“. Yrkingar 1914 eftir Janus Djurhuus var sostatt fyrsta útgávan hjá forlagnum. M.A. Jacobsen endar stubban hjá sær við hesum reglum: „Sum vit  vita, hevur felagið verið ført fyri at geva út 2. útgávu av hesi bók (1923), umframt skaldskap Jóannesar bónda (1932). //Føroyska studentafelagið hevur við hesum bókaútgávum skrivað navn sítt i bókmentasøgu okkara, og eg vil ynskja eftir, at felagið eisini í komandi árum vil fara undir bóklig verk til frama fyri føroyska mentan.“ Fyribils gekk tað spakuliga fyri seg  við bókaútgávu, men í 1924 hevði felagið givið út eitt lítið hefti við titlinum Føroysk staðanøvn greitt úr hondum av Louis Zachariassen, Chr. Matras og Jørgen-Frantz Jacobsen. Heitið á bóklinginum var annars Uppskot til stavsetingar av føroyskum staðanøvnum, og varð hann sendur til løgtingið, tí studentafelagið helt, at tey donsku aloftast bronglaðu nøvnini, sum umsitingin brúkti, vóru burturvið. Løgtingið viðgjørdi málið og koyrdi tað í fyrst eina nevnd og so eina aðra, og síðani hvarv tað.

Tey fylgjandi árini gav Hitt føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn við millumbilum út bøkur. Nevnast kunnu t.d. Nýggjar Yrkingar eftir Janus Djurhuus í 1938 og Íðukálvar eftir Trónd Olsen í 1939. Í 1957 verður Mentunargrunnur Studentafelagsins settur á stovn undir felagnum við tí høvuðsatliti at taka sær av bókaútgávu. Nøkur ár seinni verður hesin forlagsparturin fluttur heim til Føroya, har hann enn hevur innivist. Einahelst í 1960-árunum fara útgávurnar at fjølgast, eitt nú Veitslugávan, Flekka og Ilionskvæði koma út hesi ár, og forlagið gerst ein av teimum dyggastu útgevarunum av føroyskum upprunatilfari.

Spf. Forlagið MS – Mentunargrunnur Studentafelagsins
Postboks 3118
110 Tórshavn
ms@ms.fo
Banki: 6460 – 2203687

Skrásetingarnummar: 5933
V-tal: 606 146

.