Maln hevur givið út tvey yrkingasøvn, har tað í tí fyrra eru yrkingar, sum siga frá trega og lívsangisti, men eisini frá gleði og vónum. Somuleiðis verður sagt frá støðuni sum útiseti og sum kvinna og yrkjari. Tað seinna savnið er meiri bjartskygt við antitetiskum yrkingum, sum at síggja til eru broysknar og fínliga bygdar, men hesum má lesarin ikki fara skeivur av, tí aftanfyri býr ein munandi styrkin.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Ímillum. Yrkingar 1995.
Lát. Yrkingar 1988.