Yrkingarnar eru sterkar myndir úr einum uppvøkstri, har mamman í húsunum ræður øllum og ræðir øll. Maðurin krógvar seg úti í tí vakra havanum, tí tað er útideyðaveður innandura, men endareglan er tann hóttandi: “skjótt noyðist hann at fara inn”. Eini hús, eitt heim er neyvan rætta orðið, er ein kjarnin í savninum, og húsini er ein innilæstur helheimur. Ikki bara fyri mannin, men einahelst fyri barnið, sum tey vaksnu aloftast ikki varnast. “Sjálvmorðið luktar / sum bara ein mamma kann lukta” verður sagt einastaðni, og heimið er ein heimur av pínu og helviti, og barnið veit, at tað fer ongantíð at blíva betri. Ein lítil glotti nú og tá, men ódnarveður og ýlan bíða altíð fyri framman. “Eru koparrør í himmiríki” er sett saman av eini røð av óvanliga sterkum yrkingum , sum av álvara gera lesaranum mun. Tað hevði borið væl til at lænt tittulin “Tey gjørdu einum barni fortreð” frá Tove Ditlevsen. 51 bls. 2012
[separator type=”thin”]
Í hesum yrkingum er svartskygni frammarlaga, og savnið kundi itið “Ferð mín til helheimin”. Tær flestu av yrkingunum eru nevniliga ein ferð niður og norður til vesaldóm og niðurundirkomið fólk. Tekstirnir eru daprari enn nakrantíð áður, og rottur og lortur eru allastaðni. Verður tú boðin á gátt, so fært tú heldur ikki annað at eta og flótt land at drekka. Myndin av Føroyum er en dystopi, har teir ráðandi vilja hava fleiri sjólætnar, so tað eisini eru nakrir til framtíðina. Her er eitt land, har lívið er ein syndafullur deyði, um tølini ikki sleppa at ráða, og har fólk bara fáa bókapermur, meðan innihaldið verður brent. Maðkarnir í grøvunum á kirkjugarðinum verða mettir at vera ein frálík útflutningsvøra, betri enn kaviar. Um somu tíð eru neyðarstandurin og armóðin so gjøgnumførd, so langt út av eggini, at savnið eisini gerst skemtiligt. 67 bls. 2012
[separator type=”thin”]
Fleiri av tekstunum í hesum savninum eru merktir av, at høvundurin nærkast teimum 60. Viðhvørt kennir hann seg gamlan og slitnan og fyltan av eykalutum, og í tí drúgvu yrkingini ”Havsins lanternur” lýsir hann afturgongdina, sum rakar okkum øll við árunum. Men tíðum uggar hann seg við at vísa til aðrar rithøvundar sum T.S. Eliot, William Heinesen, Joe Hill, Edith Södergran og fleiri við. Stundum samanber hann seg við einstakar av hesum høvundum, men er altíð í iva, um nakar líkleiki er. Eitt er hann kortini ikki í iva um, og tað er sína andstygd til teir ráðandi og tey ríku, sum hann meinar misnýta Bíbliuna og gera Kristus til ein smáligan Satan. Solidariteturin er alla tíðina hjá slitmanninum og hjá teimum, sum duga at síggja tað stóra í lívinum og natúruni. Og so elskar høvundurin kvinnuna, og alramest tað, sum hon hevur millum beinini. 61 bls. 2012
[separator type=”thin”]
Heðin Klein man vera ein tann, sum kennir føroyska yrkingarlist best yvirhøvur. Millumtekstasamband er tí eisini í mongum tekstum, men tað er ein vinningur, eitt ríkidømi, sum høvundurin dugir at brúka. Tað eru tilsipingar til Karsten Hoydal, Regin Dahl, Janus Djurhuus og mong onnur skald, men kjarnan eigur yrkjarin sjálvur. Tað eru eisini vakrar yrkingar ognaðar bæði mammuni og pápanum, og so trívir skaldið eisini í deyðan, sum hann ikki longur heldur vera so langt burturi. Hvussu formliga dugnaligur Heðin Klein er, sæst í fleiri tekstum, har innihald og bygnaður spegla hvørt annað. Aðru helvt av savninum eigur tann gitni Paul Celan (1920-1970), sum roknast sum ein av teimum dyggastu týskmæltu yrkjarunum í aðru helvt av 20. øld. Í endanum á yrkingasavninum eru nakrar síður um hendan yrkjara, sum fekk íblástur frá franskari symbolismu og surrealismu, og sum menti ein fáorðaðan stíl við næstan ongum orðamyndum. 91 bls. 2012
[separator type=”thin”]
Undirtitlinum er 51 ljóð til tøgnina. Hetta savnið víkur rættiliga fitt frá meginpartinum av tí undanfarnu skrivingini hjá høvundanum. Sjálvandi eru yrkingarnar persónligar, men á ein meiri almennan og stiliseraðan hátt. Lykilin er helst undirtittulin, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini, um hesi millumrúm, sum orðaleys bera alt innihaldið. Men her eru eisini yrkingar við paradoksalum orðingum og við niðurstøðuni, at tú sleppur ongantíð burtur úr tínum uppvøkstri. 61 bls. 2011
[separator type=”thin”]
Lagt verður fyri við tí programmatisku ”Annað lív”, har yrkjarin roynir at mýkja tey stívu orðini, men fyri lesaran eru tey í fyrstu atløgu akkurát líka ”pinnastív”, til hann í sínum lagi blæsir lív í tey. Tað er eitt neyðugt samskifti ímillum yrkjara og lesara. Hesari á baki kemur ein røð av tekstum, sum í vøkrum og heldur ræðandi myndum siga frá náttarinnar upplivingum, ið seta síni spor væl eftir at dagurin hevur tikið við. Tittulyrkingin ger eina mynd av mannaættini, sum fer við lotinum runt allan knøttin í einum óendaligum leiki, har lív og deyði hjá tí einstaka bara er fon í tí ævinliga ringinum. Yrkingar eru um nýføðingin, lívsins undur, sum verður samanborin við eina stjørnumynd, her er haiku í einum humoristiskum málburði og heilsanir til grundarlagið undir øllum: natúruna, sum vit øll fyrr ella seinni gerast partur av. Høvundurin ger í yrkingini ”Millumbil” vart við, at vit eiga at fanga dagin. Tann durvandi kettan rammar inn menniskjað, sum beint mótsett ikki dugir at liva í løtuni. Hon er fyri ein part í degnum í gjár og fyri ein part í morgundegnum, og dugir ikki at lofta tí, sum er ímillum. Vit hava ilt við at liva í løtuni, og tað er millum annað akkurát hetta, sum yrkjarin vil vísa á. 32 bls. 2011
[separator type=”thin”]
”Vaknandi” er fjórða yrkingasavnið eftir Sigri Gaini og kanska tað vakrasta. Tekstirnir eru kenslubornir og snúgva seg í høvuðsheitum um kærleika, og hvørja ávirkan hann hevur á frásøgufólkið. Ein ómetaliga vøkur og rættiliga long yrking, ”Saknur”, er vígd abbanum, sum uttan iva er Sigurð Joensen, skald og sakførari. Vakrari minningarorð kann eingin abbin ynskja sær. Niðurstøðan í savninum er: tak við lívinum, tað er nú. 31 bls. 2010
[separator type=”thin”]
Savnið leggur fyri við yrking, har dreymur og veruleiki sum so mangan hjá Tóroddi verða blandað saman, og har veruleikin verður broyttur ávegis. Síðani fer yrkjarin inn í ein ótryggan heim av, hvat ið tað er at vera til ella ikki, og ”guð veit / hvat vit gera / tá vit ikki eru her”. Tað eru fleiri yrkingar í savninum, har høvundurin hugsar um ellina, sum nærkast, um at búgva í Danmark, men í heilum at ferðast til Føroya við vandamiklum luftholum, sum fáa teg at langa pannuna í úti á vesinum, so tú fært eitt merki, sum er líka so ”ljótt / sum eitt / føroyskt frímerki”. Savnið ”Rend” er funni fressur hjá teimum, ið dáma speirekandi og hugkveikjandi skaldskap. 87 bls. kr. 160
[separator type=”thin”]
Inngangsyrkingin er ein klassisk sonett við tilsipingum til eldri føroyskan skaldskap, har høvundurin sigur, at hóast reynið rodnar, so vil hon heldur líta í ein eystan, har alt byrjar. Savnið er fylt við vøkrum yrkingum, sum um somu tíð nerta við tann álvarsliga partin av tilveruni, men eisini við alt tað, sum fyllir ein við gleði. Føroyskur skaldskapur hevur fingið ein nýggjan fullbornan lyrikara. 79 bls. 2009
[separator type=”thin”]
Yrkjarin ferðast ímillum Havnina, har hann vitjar vinmenn á kirkjugarðinum og Keypmannahavn, har mangt er, men mest úr Føroyum, tí tað er haðani yrkjarin stavar. Mold og veðrið verða í heilum umrødd saman við deyðum abba, og yrkjarin ivast ikki í, at hann sjálvur bara er á lívi, tí hann ikki veit, at hann er deyður.. Men hann hevur lisið eina samrøðu við dóttir Paul McCartney, sum eins og pápin hvørki etur kjøt ella fisk, og tí fær yrkjarin hug at eta fisk, hvørja ferð hann hoyrir eitt lag eftir McCartney. 85 bls. 2009
[separator type=”thin”]
Høvundurin er kendur í mongum bókmentaligum samanhangum, men hetta er hansara fyrsta yrkingasavn. Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í. 69 bls. 2008
[separator type=”thin”]
Yrkingasavnið er sett saman av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløggskygni tekst við grundleggjandi spurningar í tilveruni. Hon setur orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon setur tær í perspektiv. Gerandismyndir og myndir, sum kanska ikki eru so gerandisligar, verða settar fram, so lesarin kennir seg aftur. 42 bls. 2008
[separator type=”thin”]
Hendan prosabókin er av høvundanum ognað teimum sum einki skilja, og hon er á tremur av stuttligum og neyvum myndum av persónum og hendingum. ”Útvølir” eftir Tórodd Poulsen er tíðum surrealistisk og merkt av paranoia, men um somu tíð ivaleyst skemtiligasta bók, ið er komin á føroyskum nakrantíð. 186 bls. 2008
[separator type=”thin”]
Nýggja savnið eftir Tórodd Poulsen víkur eitt sindur frá høvuðsrákinum í undanfarnum søvnum. Tað er ein modernistiskur dámur yvir mongum av tekstunum, sum í poetiskum myndum smúgva seg inn og úr medvitinum og gera óvanlig sambond. 126 bls. 2007
[separator type=”thin”]
Í øllum yrkingunum er ein dyrkan av estetikkini í forfallinum, og at tað finst ov nógv av tí harða – og ikki minst keðiliga – veruleikanum og ov lítið av fantasieggjandi dreymum. Her er eingin ræðsla fyri tí komandi deyðanum, sum er ein ósvikaligur veruleiki, og einstaðni stendur, at ”Einaferð var sjálvmorðið ein av mínum yndisblómum”. 84 bls. 2007
[separator type=”thin”]
Í yrkingasavninum verður dentur lagdur á fyrr og nú, og uppvøkstur á bygd mótvegis tilveruni í størri umhvørvi. Heima og úti setast upp ímóti hvørjum øðrum, hvussu burturferðin veitir tær øðrvísi perspektiv, hvussu tú vinnur og missir. 47 bls. 2007
[separator type=”thin”]
Høvundurin hevur í mong ár verið kendur sum ummælari og greinskrivari í føroyskum fjølmiðlum, og nú roynir hann seg á fyrsta sinni við einum yrkingasavni. Yrkingarnar í Á langbylgju kunnu sum heild sigast at vera eksistentialistiskar og takast við teir stóru spurningarnar í tilveruni. Saknur og sorg um tað deyðu mammuna merkir fleiri tekstir, meðan aðrir siga frá tí deyða kuldanum mótvegis tí livandi hitanum. Og so er tað sonurin, sum við sínum eygleiðingum sær. 72 bls. 2006
[separator type=”thin”]
Hetta vakra yrkingasavn er myndprýtt við grafikki eftir høvundan, sum sær sjálvur líkur gløgt spælir við orðum og týdningum. Hann hugsar um teir góðu gomlu dagarnar, tá ið myrkrið fjaraði burtur, tá ið tað lýsti, og spyr, um hann sjálvur og skuggin hava skift um pláss. Hóast dámurin mangan er skemtiligur, so er deyðin tíðum í nánd. Frægari yrkingar finnast ikki í føroyskum bókmentum í dag. 116 bls. 2006
[separator type=”thin”]
Yrkingasavnið er uppbygd sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. Kreppan, ið er at siga okkurt í okkara tíð, at fáa bókmentir aftur, ið viðgerða hvussu tað er at vera eitt menniskja í okkara tíð, við hóttanum og hvussu lyrikkurin kann koma yvir sína umboðanarkreppu í mun til postmodernaða skeiðið, ið er brátt farið. 88 bls. 2006
[separator type=”thin”]
Skaldið sigur, at yrkingasavnið er skrivað á morgni, men kann eisini lesast á kvøldi. Við vanligum spei og skemti ger høvundurin myndir í huganum á lesaranum, sum bæði fáa hann at smílka og hugsa seg um. Somuleiðis er fitt av bókmentaligum og filosofiskum tilsipingum í yrkingunum. 96 bls. 2005
[separator type=”thin”]
Hetta yrkingasavn hevur at síggja til ongan tittul, men bara eitt heftiplástur á permuni. Savnið er sum tey undanfarnu hjá høvundinum nýskapandi í føroyskum bókmentum, men eisini humoristiskt-spottandi. 62 bls. 2005
[separator type=”thin”]
….
Ein av okkara virknastu viðmerkjarum og ummælarum roynir seg nú sum yrkjara. Av temum kunnu nevnast stórbýurin, útlegdin, hin ferðandi og fremmandagerðin av tí einstaka. 41 bls. 2005
[separator type=”thin”]
Høvundurin ferðast heimkunnigur ímillum øll hugsandi sløg av lyrikki og evnar skaldskap til, sum er ímillum tað dyggasta í okkara landi. ”Báðumegin blátt” fevnir frá kærleiksyrkingum til eina kantatu til heimbygdina. 119 bls. 2005
[separator type=”thin”]
Egnu yrkingar høvundans eru pointeraðar lívsroyndir blandaðar upp við speisom prik til bæði Tórodd Poulsen og háfjallsólmentanina. Ein kensla av at vera innilæstur eyðkennir fleiri tekstir, og hon verður lýst við samansjóðaðum orðum. Eitt ekkó av Janusi Djurhuus varnast viðhvørt. Seinna helvtin av savninum er týðingar av gitna norska modernistinum Olav H. Hauge, sum sýnist at fáa størri og størri týdning í norðurlendskum skaldskapi. Stílurin er í høvuðsheitum stuttorðaður, og tað er greidligur íblástur fra haiku-yrking. Eitt slag av poetiskari minimalismu. 98. bls. 2004
[separator type=”thin”]
Umframt lív og deyða, sum verða lýst speiskliga hvørt um annað, so er ein høvuðstráður í yrkingasavninum tann nýggi skapningurin. Sagt verður frá nýføðingin úr eygunum á vøgguni, og hvussu verðin broytist, tá ið nýtt lív trokar seg inn á pallin. Yrkjarin hevði ivaleyst tikið undir við orðum Leonard Cohens, at tú veitst ikki, hvat ótti er, fyrr enn tú ert blivin pápi. 64 bls. 2004
[separator type=”thin”]
Høvundurin er av fremstu týðarum í føroyskum skaldskapi yvirhøvur, og tað er ikki smávegis hann hevur flutt av altjóða skaldskapi yvir í okkara mál. Sum ikki einaferð fevnir hann víða og týðir líka frá klassiskum grikskum høvundum um William Shakepeare til eina drúgva yrking eftir russarin Alexander Blok. 111 bls. 2004
[separator type=”thin”]
Yrkingasavnið er ein heild í tveimum rásum. Onnur er frá fyrstu náttini við tilsiping til skapanina um úrvaldar nætur til ta tveytúsundogaðru náttina. Hin rásin hevur í øllum yrkingunum undirtittulin Patos I-X, har tær persónligu kenslurnar hava orðið. Kærleiki og kuldi umskiftast, til deyðin er veruleiki. Sterkar kenslur gera seg galdandi í savninum, sum er ognað vinkonu, ið doyði ung. 30 bls. 2004
[separator type=”thin”]
Savnið er ein í føroyskum høpi fullkomilig nýskapan. Lagt verður fyri við teksti um málning eftir Brueghel, og so er alzheimer-rakti Ronald Reagan tráðurin ein fittan tein, til hesin parturin endar við vitjan í einum oyggjalandi. Miðparturin er yrkingar, meðan hugvekjandi “málningatekstir” fara við seinasta triðinginum. 123 bls. 2003
[separator type=”thin”]
Føroyameistarin í spei, men eisini í rámandi poetiskum myndum ger aftur vart við seg. Eygleiðingar og yrkingar glíða inn í hvønn annan, soleiðis at heimurin verður orð. Ein longsul eftir heimbýnum fyri norðan hómast somuleiðis. 63 bls. 2003
[separator type=”thin”]
Høvundurin er ein av ídnastu og kringastu orðasmiðjum í føroyskum skaldskapi. Hann er somuleiðis av fjølbroyttastu yrkjarum, og ørindini í hesum savni snúgva seg um alt frá málningalist, um kærleika til hugleiðingar við sjálvan seg og lesaran, hvat ein yrking yvirhøvur er. 80 bls. 2003
[separator type=”thin”]
Í nýggja savninum hevur høvundurin fingið íblástur til yrkingarnar frá øðrum skøldum. Amerikanski William S. Burroughs er ognaður longsta tekstin, sum er ein opinskárað og harðlig uppgerð við rák og hugsan í okkara nútíðarsamfelag. 58 bls. 2002
[separator type=”thin”]
Meðan ferðir verða gjørdar út í stóru verð, tykist resonansbotnurin at vera í grannalagnum við Varðagøtu í Havn. Eitt nýføtt spøkir varisliga undir einstøkum tekstum, meðan eygleiðingar av umhvørvinum innan eins og uttan mynda aðalinnihaldið. 113 bls. 2002
[separator type=”thin”]
Tað er ein upprunalig kraft í skaldskapinum hjá høvundanum. Ein kraft, sum ferðast ímillum skaldskap og slitmannin og sýnir báðum líka stóra virðing. At búgva í Føroyum verður sammett við trø pínd upp úr jørðini, men tað er her lívið skal livast. 51 bls. 2002
[separator type=”thin”]
Speiskar eygleiðingar samansjóðaðar við djúphugsni mynda eitt sterkt yrkingasavn. Leita verður eftir bara einum evarkalítlum at trúgva upp á í einum heimi við ov nógvum høpi. Sum vant vendir og snarar høvundurin bæði spurningum og málið, so grundarlagið fer at rilla undir lesaranum. Svør eru at kalla eingi, men tað er heldur ikki tað, sum tað snýr seg um, men í staðin at seta teir røttu spurningarnar. Verðin er ikki so skilagóð, sum hon letst, og tað vísir Tóroddur Poulsen upp næstan 90 ymiskar mátar. 95 bls. 2001
[separator type=”thin”]
Í hesum savni verður orðið, eygleiðingin, hendingin loftað, samansjóðað og ofta snarað á, so at gerandisfatanin rillar. Tað, lesarin kanska serliga leggur til merkis í ”Blóðroyndum” eru tær nógvu haiku-yrkingarnar, sum í føroyskum skaldskapi annars serliga hava verið umboðaðar av Guðrið Helmsdal Nielsen. Sjálvt í tekstum, har sjúka ger harðliga vart við seg, hevur yrkjarin ikki hug at sleppa sínum fyri vanlig fólk skeiva optikki. Hann er honum í kjøtið borin. Og tað fegnast lesarin um. 96 bls. 2000
[separator type=”thin”]
Hetta er eitt savn av týðingum, 99 + 33, eftir Alexandur Kristiansen. Týðarin hevur skrivað inngang, har hann greiðir frá, hvat hann hevur valt at taka við og hví. Úrvalið fevnir frá Homer til íran Seamus Heany, og serliga sonettin hevur eitt stórt pláss. Alexandur sigur frá, at sonettin hevur verið nevnd drotningin innan yrkingarlistina. Hann sigur somuleiðis, at sonettin krevur meira av tær, og onkustaðni inni við teg sjálvan veitst tú, at hetta er nakað serligt, tú ert farin í holt við. Og hann tekur undir við teimum, sum siga, at týddar yrkingar eru egnar yrkingar. 179 bls. 2000
[separator type=”thin”]
Rás/Sár – Oddfríður Marni Rasmussen
Tað hevur eyðkent høvundin, at hann arbeiðir við myndamálinum og ofta setir hugtøk saman á óvanligan hátt, so at lesarin tvingast at snúgva sína hugsan í ymsar ættir. Bæði tittul og perma leggja upp til fleiri tulkingar, tí ein rás, ein leið í tilveruni, kann, stavað aftanífrá, gerast eitt sár. Eingin rás er, har tú sleppur snikkaleysur. Viðhvørt vendir tað, sum vendir niður, upp. Perman vísir nærmynd av lógva, meðan bakperman er brot frá eini il. Nógvir av tekstunum sipa til aðrar tekstir og aðrar høvundar, frá Hans Andreasi Djurhuus til James Joyce, og kenda ramsan “Letingin kvøður” fær sítt heilt egna snið í Rás/Sár. 2000
[separator type=”thin”]
“Speispei spei” er ellivta bókin hjá Tóroddi Poulsen, og Gud viti, um tað boðar frá góðum. Sambært pythagorearnar eru tølini lykilin til tær harmonisku lógirnar í kosmos og tí symbol upp á eina guddómliga heimsskipan. Tað er kortini so óheppið, at sambært kristna hevd er ellivu eitt óeydnistal, tí tað fer eitt longur enn boðini eru í tali. Somuleidis er tað talið av lærisveinum, tá ið Judas hevði tikið seg av døgum. Onkur ummælari hevur ákært skaldið fyri, at speisemið viðhvørt tekur ræðið av honum, og nú hevur Tóroddur latid eitt savn frá sær við einum frumspeiskum tittuli. Men yrkingarnar eru minni enn so bara speiskar – hóast eisini tað – men ímillum longri tekstir, sum taka tøk við tilveruna og portrettyrkingar standa tey fínligastu haiku: “Havið ein grunnur / av søltum minnum har sjón / tín víðkar deyðan”. Aðrastaðni verður vid eyðkendum tórodskum úrsliti spælt upp ímóti øðrum yrkjarum. 80 bls. 1999
[separator type=”thin”]
Deyðin og Gud eru fastir tættir í hesum savni, og hvørgin verður fullkomiliga avnoktaður. Savnið er merkt av stórari lívskenslu, eini nærum William Heinesenskari kosmiskari eindarkenslu, har vit øll eiga lut í ævinleikanum, og eingin er fordømdur. Uttan kanska kraddararnir. Hóast bersagnar politiskar yrkingar ikki tróta, so kennist savnið ógvuliga persónligt, yrkjarin setir allatíðina seg sjálvan í veð. Tann kanska tydningarmesti snúningsdepilin í Pentur er pápin, sum ferð eftir ferð kemur undan kavi. 70 bls. 1998
[separator type=”thin”]
Carl Jóhan Jensen hevur í føroyskum høpi altíð verið ein stak egin yrkjari, og viðhvørt hevur rumbul staðist av bæði skaldskapi og støðutakanini hjá høvundinum til hendan. Í Tímar og rek fara tekstirnir rannsóknarferðir niður í málið, kroysta seg inn í rivuna millum málið og veruleikan, og royna at gera lesaran varan við gloppið. Vísa á, at mál ikki einfalt er mál, at teknmyndirnar, tekinið, orðið, ikki bert sipar til eitt ávíst fyribrigdi, men til eina skipan av mentunarligum eindum. Um somu tíð eru fleiri av yrkingunum speiskar viðmerkingar til okkara tíd. 37 bls. 1997
[separator type=”thin”]
Yrkingarnar í Ímillum eru broysknar og fínliga bygdar, men hesum má lesarin ikki fara skeivur av, tí aftan fyri býr ein munandi styrkin. Tær fara nettupp ikki so langt, at tær koma við ítøkiligum niðurstøðum, men vísa varliga á, at lívið og tað áhugaverda finst í gloppum og ávegis. 48 bls. 1995
[separator type=”thin”]
Eitt nógv umhildið yrkingasavn við nøkrum av teimum mest rámandi tekstunum hjá høvundanum. Sambært Jóanes Nielsen elskar tjóðin sínar yrkjarar: ”Ein kærleiki ið bara sýnist at / vaksa fyri hvørt ár / teir eru deyðir”. Millum yrkingar, sum leggja eftir kapitalinum, og yrkingar, sum hálova konufólki, kemur hann til hesa rámandi niðurstøðu, at uttan bøkurnar, so høvdu útlendingar hildið, at Føroyar í besta føri vóru ”eitt Disneyland har fólk vóru lønt / fyri at spæla idiotar”. 58 bls. 1993
[separator type=”thin”]
Staksteinar er sett saman av yrkingum sum standa hvør sær, sum skína hvør í sínum lagi, men um somu tíð gera tær eina glitrandi heild. Stuttorðaðar japanskar haiku-yrkingar eru settar fremst í hvørjum av teimum trimum pørtunum, og eru ein ábending um, hvørja leið yrkjarin troytir. Yrkingarnar í Staksteinum eru kortini ikki haiku, men ein roynd at brúka einfeldina í ordum, at í stuttum siga meira, enn ein hópur av orðum hevði megnað at borið fram. 48 bls. 1990
[separator type=”thin”]
Mangt kann kanska sigast um yrkingarnar hjá Carl Jóhan Jensen. At tær eru keðsamar, man ikki vera teirra millum. Tær arga, tær øsa, tær erta, men tær geva eisini innlit, lata nyggjar heimar upp, leiða teg inn í málsins kurpali og skot, vísa tær á loynibøli, tú ikki vart varur við. Inngangsorðini eru hesi reitandi úr Markusi: Hví krevur hendan slektin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt! Málið er bæði amboð og tilfar ella við orðum yrkjarans: “málið er søgn”. Og hann fer rannsóknarferðir niður í málið, kroystir seg inn í rivuna millum málið og veruleikan, og roynir at gera lesaran varan við gloppið. Vísir á, at mál ikki einfalt er mál, at teknmyndirnar, tekinið, orðið, ikki bert sipar til eitt ávíst fyribrigdi, men til eina skipan av mentunarligum eindum. 32 bls. 1990