Heðin Klein er føddur í 1950 og uppvaksin við Gjógv. Hann er útbúgvin frá Føroya Læraraskúla og var lærari á Sandi frá 1972-83. Síðani 1983 hevur hann verið lærari við Eysturskúlan í Havn við einum avbróti frá 1998-2004, har hann var dagligur leiðari av Føroya Skúlabókagrunni. Heðin sat í løgtinginum fyri tjóðveldisflokkin 1974-80, var landstýrismaður 1979-81 og hevur sitið fleiri skeið í nevndini fyri Rithøvundafelagið. Hann gjørdi sum ungur í spurnarkappingum í útvarpinum vart við sín stóra kunnleika til føroyskar bókmentir og hevur eisini seinni víst, at hann er vællisin. Heðin hevur givið út fimm søvn av egnum yrkingum og fleiri bøkur við týðingum. Tað er eyðkent fyri ein stóran part av yrkingunum eftir Heðin Klein, at tað kann vera torført at treingja niður ígjøgnum yvirtromina, og tú hevur kensluna av at glíða eftir henni. Men hevur tú tol og kagar nærri, tá letur ein ríkur og fjølbroyttur heimur seg upp fyri lesaranum. Ein heimur, sum verður lýstur við einum ferili av speisemi, at hann ikki skal gerast ov álvarssamur.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Móti tøgnini – egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge, 2004.
Manage Cookie Consent
We use technologies like cookies to store and/or access device information. We do this to improve browsing experience and to show personalized ads. Consenting to these technologies will allow us to process data such as browsing behavior or unique IDs on this site. Not consenting or withdrawing consent, may adversely affect certain features and functions.
Functional
Always active
The technical storage or access is strictly necessary for the legitimate purpose of enabling the use of a specific service explicitly requested by the subscriber or user, or for the sole purpose of carrying out the transmission of a communication over an electronic communications network.
Preferences
The technical storage or access is necessary for the legitimate purpose of storing preferences that are not requested by the subscriber or user.
Statistics
The technical storage or access that is used exclusively for statistical purposes.The technical storage or access that is used exclusively for anonymous statistical purposes. Without a subpoena, voluntary compliance on the part of your Internet Service Provider, or additional records from a third party, information stored or retrieved for this purpose alone cannot usually be used to identify you.
Marketing
The technical storage or access is required to create user profiles to send advertising, or to track the user on a website or across several websites for similar marketing purposes.