Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga róptur Janus, var føddur í Havn í 1881 og doyði somuleiðis í Havn í 1948. Ímillum hesi ár var eitt í mangar mátar baldrut lív við útbúgving á Bornholm og í Keypmannahavn, arbeiði sum sakførari ymsastaðni í Danmark og í Føroyum og eina tíð í Vestre Fængsel, tí hann ikki hevði ordan í klientkontuni. Gløggur sum fáur skuldi Janus duga framúr væl at føra seg fram í rættinum, men hansara størsti týdningur er fyri føroyskar bókmentir. Sigast kann, at tað vóru Janus og lítlibeiggin Hans Andrias Djurhuus (1883-1951), sum – so ólíkir teir vóru – løgdu lunnar undir modernaðar føroyskar bókmentir. Janus vildi prógva, at føroyskt var eitt mentamál og ikki ”en barbarisk bjergdialekt”. Hetta prógvaði hann til lýtar við sínum egnu yrkingum og ikki minni við sínum týðingum av fleiri af teimum størstu nøvnunum í heimsbókmentum: Homeros, Platon, Goethe, Schiller, Poe v.fl.
Fyrsta føroyska yrkingasavnið, t.e. savn av tekstum, sum í fyrstu atløgu eru roknaðir at lesa og ikki syngja, var Yrkingar 1914 eftir Janus Djurhuus. Tann, ið vil vita meira um lív og skaldskap Janus Djurhuusar, kann lesa Hanus Andreassen (Kamban) J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga I-III.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Yrkingar 1898-1948, 1988. Savnað, skipað og skrivað viðmerkingar hevur Chr. Matras.
Homer: Ilionskvæði. J.H.O. Djurhuus týddi, 1967.
Yrkingar í úrvali. Karsten Hoydal valdi út, 1961.
Nýggjar yrkingar, 1938.
Yrkingar. Onnur og økta útgáva, 1923.
Yrkingar, 1914.
Manage Cookie Consent
We use technologies like cookies to store and/or access device information. We do this to improve browsing experience and to show personalized ads. Consenting to these technologies will allow us to process data such as browsing behavior or unique IDs on this site. Not consenting or withdrawing consent, may adversely affect certain features and functions.
Functional
Always active
The technical storage or access is strictly necessary for the legitimate purpose of enabling the use of a specific service explicitly requested by the subscriber or user, or for the sole purpose of carrying out the transmission of a communication over an electronic communications network.
Preferences
The technical storage or access is necessary for the legitimate purpose of storing preferences that are not requested by the subscriber or user.
Statistics
The technical storage or access that is used exclusively for statistical purposes.The technical storage or access that is used exclusively for anonymous statistical purposes. Without a subpoena, voluntary compliance on the part of your Internet Service Provider, or additional records from a third party, information stored or retrieved for this purpose alone cannot usually be used to identify you.
Marketing
The technical storage or access is required to create user profiles to send advertising, or to track the user on a website or across several websites for similar marketing purposes.