Tá ið Rói Patursson í 1969 gav sítt fyrsta yrkingasavn út, varð tað óvanliga væl móttikið av yngri sum eldri, og Rói fekk M.A. Jacobsens heiðurslønina fyri tað. Samansjóðingin av einum slag av modernisu og djúprendum samfelagsáhuga hevði ikki áður verið frammi í føroyskari yrkingarlist í so livandi og hugtakandi hami. Við triðja savninum Líkasum 1985 gjørdust eisini tey, sum ikki longu vóru tað, var við yrkingarnar hjá Róa, og hann fekk heiðursløn Norðurlandaráðsins 1986 fyri tað. Í skaldskapinum hjá honum snýr tað seg um ein grundleggjandi opinleika mótvegis øllum fyribrigdum, fordómsloysi sum stevnuskrá.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Amariel Norðoy. Yrkingar: Rói Patursson, 1987.
Líkasum. Yrkingar 1985.
Á alfaravegi. Yrkingar, 1976.
Yrkingar, 1969.