Oddvør Johansen er fødd í Havn í 1941 og fór eftir lokna skúlagongd á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Hon giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Í 1987 flutti familjan til Føroya, og líka síðani hevur Oddvør virkað sum organistur fyrst í Havnar Kirkju og síðani í Hoyvíkar kirkju. Í 1982 debuteraði hon við skaldsøguni Lívsins summar, sum var týdd til danskt og svenskt og stórliga fagnað, og sum fekk M.A. Jacobsen virðislønina. Í 1989 fekk hon barnabókavirðislønina hjá Tórshavnar Býráð fyri barnabókina Skip í eygsjón, og í 2001 fekk hon aftur M.A. Jacobsens virðislønina, hesa ferð fyri skaldsøguna Tá ið eg havi málað summarhúsið. Í 2004 vann Sebastians hús skaldsøgukappingina hjá Listastevnu Føroya. Skaldsøgan Í morgin er aftur ein dagur var skotin upp til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2001.
Oddvør Johansen er tann fyrsta í føroyskum bókmentum, sum skrivar kvinnuskaldsøgur, soleiðis at skilja, at tað eru royndirnar hjá eini gentu/kvinnu, sum eru kjarnin í frásøgnini. Musikkur og erotikkur eru eisini altíð frammarlaga. Oddvør er millum mest lisnu føroysku høvundur, bæði tí hon skrivar eitt óvanliga lætt føroyskt mál, og tí evnini, sum hon viðger, oftast eru tikin beint úr gerandisdegnum.
…
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
– Úr køksvindeyganum. Greinir og søgur, 2006
– Sebastians hús. Skaldsøga, 2004
– Tá ið eg havi málað summarhúsið. Skaldsøga, 2001
– Í morgin er aftur ein dagur. Skaldsøga, 1998.
– Á káta horninum. Stuttsøgur, 1995.
– Ein mamma er ein mamma. Skaldsøga, 1993.
– Bella Katrina. Stuttsøgur, 1990.
Manage Cookie Consent
We use technologies like cookies to store and/or access device information. We do this to improve browsing experience and to show personalized ads. Consenting to these technologies will allow us to process data such as browsing behavior or unique IDs on this site. Not consenting or withdrawing consent, may adversely affect certain features and functions.
Functional
Always active
The technical storage or access is strictly necessary for the legitimate purpose of enabling the use of a specific service explicitly requested by the subscriber or user, or for the sole purpose of carrying out the transmission of a communication over an electronic communications network.
Preferences
The technical storage or access is necessary for the legitimate purpose of storing preferences that are not requested by the subscriber or user.
Statistics
The technical storage or access that is used exclusively for statistical purposes.The technical storage or access that is used exclusively for anonymous statistical purposes. Without a subpoena, voluntary compliance on the part of your Internet Service Provider, or additional records from a third party, information stored or retrieved for this purpose alone cannot usually be used to identify you.
Marketing
The technical storage or access is required to create user profiles to send advertising, or to track the user on a website or across several websites for similar marketing purposes.